Vinna

Strandferðslan útsetir at skifta hjálpimotorar á Smyrli til komandi ár

Eftir at tríggir av fýra hjálpimotorum eru blivnir høvuðsumvældir, er støðan nú tann, at tað ber til at útseta

2023-08-07 10:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

ísetingina av teimum báðum nýggju hjálpimotorunum til komandi ár.
”Tað gleðir okkum tí at kunna boða frá, at Smyril fer at sigla sum vanligt í heyst”, sigur Niels Juel Arge, stjóri.
Fyri einum ári síðani varð mett, at tað kundi gerast neyðugt við tveimum nýggjum hjálpimotorum skjótast
gjørligt. Framleiðslu- og latingartíðin er umleið eitt ár, og tí bílegði Strandferðslan tá tveir nýggjar motorar
frá finsku verksmiðjuni Wärtsilä.
Nýggju hjálpimotorarnir koma til landið fyrsta dagin og verða settir á goymslu, inntil teir eftir ætlan
komandi ár verða tiknir fram aftur at seta í Smyril.
Smyril hevur íalt fýra hjálpimotorar, eisini nevndir ljósmotorar, sum framleiða ravmagn til ymiska orkunýtslu
umborð á skipinum og til bóvskrúvurnar, tvs síðurskrúvurnar har frammi.

Strandfaraskip Landsins

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder