Strandferðslan byrjar nýggja bussleið millum Sandoy og meginøkið
Tá ið Sandoyartunnilin letur upp, og Teistin gevst at sigla á Sandoyarleiðini, er nýggj bussleið klár á strekkinum. Leið 650 fer at koyra 8 dupulttúrar gerandisdagar og 4 dupulttúrar í vikuskiftunum.
Við nýggju ferðaætlanini kunnu sandoyingar ferðast til meginøkið til arbeiðis og í skúla um morgunin og heimaftur seinnapart. Túrar vera nú eisini koyrdir beinleiðis til Glasir.
Ferðast kann eisini úr meginøkinum í Sandoynna í samband við arbeiði. Samband er harumframt við flestu túrar hjá Sildberanum til og úr Skúvoy.
Verandi busstænasta millum bygdirnar í Sandoynni við leiðunum 600 og 601 verður verðveitt við onkrum smærri tillagingum.
Prísurin fyri einvegis ferðaseðil millum Sandoy og Suðurstreymoy verður 70 krónur fyri vaksin og 35 krónur fyri børn og pensionistar.
Mánaðarkort fyri sama strekkið kostar ávikavist 800 og 400 krónur. Fram til og við 1. januar 2024 verður ókeypis at koyra við Bygdaleiðum millum Sandoynna og Tórshavn.
Ferðaætlanin fyri leið 650 verður fyribils galdandi fram til endan av mars mánaða, tá ið koyringin verður eftirmett og møguligar broytingar gjørdar.
Ferðaætlanin fyri leið 650 og broytingarnar fyri leið 600 og 601 koma í gildi fríggjadagin 22. desember. Tó koyrir leið 650 hósdagin 21. desember úr Tórshavn kl 17:05 og 18:35 og av Sandi kl 17:50 og 19:20.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald