Lýsing

Størv sum námsfrøðiligir stuðlar í Skúlanum á Giljanesi

- skúlaárið 2023 - 2024

2023-05-16 08:07 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

2 størv sum námsfrøðiligir stuðlar eru leys at seta frá 1. august 2023 at rokna:

Størvini eru tíðaravmarkað við setanarbroti 0,60 og 0,50.

Stuðlarnir verða knýttir at næmingum við serligum tørvi í flokkum í innskúlingini og miðdeildini.

Skúlanum tørvar stuðlar, ið eru arbeiðshugaðir, samstarvshugaðir og nærlagdir. Teir skulu taka ábyrgd og síggja møguleikar.

Tey, ið sett verða í stuðulsstørvini, skulu hava námsfrøðiliga útbúgving ella royndir sum stuðlar í skúla.

Setanar- og starvsøkið er Skúlin á Giljanesi. Tey, ið sett verða, eiga at tola broytingar í starvinum í setanartíðarskeiðnum. Arbeiðstíðin er frá kl. 07:45 til eftir døgurða. 

Lønar-  og setanartreytir:

Størvini eru sáttmálasett størv sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.

Námsfrøðingar eru løntir í lønarflokki 11-23 og hjálparfólk í lønarflokki 3-9.

Barnaváttan krevst.

Umsókn:

Umsókn, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skal sendast sum PDF-fíla til [email protected] í seinasta lagi mánadagin 29. mai kl. 12.00.


Nærri fæst at vita um størvini frá hjá Finnur Joen-Jacobsen á tlf. 794426. 

 

Um skúlan:

Skúlin á Giljanesi húsast á tveimum støðum. 1. og 2. flokkur ganga í  Bygdaskúlanum í Miðvági og 3. - 10. flokkur ganga á Giljanesi. Umleið 290 næmingar ganga í skúlanum. 35 lærarar, námsfrøðingar og stuðlar starvast her.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder