2022-06-04 10:23
Stevnan byrjar í morgun og heldur á í allan dag og í morgin við, í kvøld verður borðhald í Høllini á Giljanesi.
Tað búgva 16 fólk í Gásadali, fólkatalið var mest fyri 100 árum síðan, tá búðu umleið 70 fólk í Gásadali.
Samanumtikið viðv skránni.Leygardagin 4. junikl 10 Um veðrið er til vildar, verður farið um Skarðið til Gásadals. Ferðaleiðari er við á túrinum. Tekur umleið 2 tímar.kl 12 Hugni, gongutúrar v.m. í Gásadali. Telt verður sett upp og kaffi og køka verður at fáa. Gásadalsgarður verður eisini opin.kl 13 Ætlanin er at taka eina felagsmynd av øllum sum eru komin til Gásadals hendan dagin. Hetta verður umleið kl 13.Tiltakið í Gásadali er liðugt áðrenn kl 15.GG! Sum fyrr nevnt so ræður um, í ávísan mun, at avmarka bilferðsluna til Gásadals hesa løtuna . Fólk verður eisini á staðnum sum vegleiðir og hjálpir til í hesum sambandi.Høllin og fimleikarhøllin í Giljanesi16½ Myndaframsýningin í fimleikarhøllini av fólkunum í Tøðuættini letur upp.Og veitslugestir fáa navnaspjaldur.kl18 Farið verður til borðs. Borðhald, myndatøka v.m.GG! Fólk eru sjálvsagt klødd, hóskandi til slíka hátíðarløtu.Sunnudagin 5. junikl 13 Gudstænasta í skúlanum í Gásadali við Ingu Damkl 15 Filmurin "Fågelfångarans son" verður vístur í Sørvágs skúla.Nøkur praktisk viðurskifti.Tey, sum ynskja at keypa ættartalvuna (150 kr) mugu hava kontantar pengar til endamálið.Tað verður ein burturluting undir borðhaldinum í høllini. Her er tað eisini ein fyrimunur við kontantum pengum.Drykkivørður fáast til keyps frá Gundur, kokkinum.Tit frætta fríggjakvøldið um okkurt serstakt er at frætta.Gleði meg at síggja tykkum!!bh Petur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald