2022-09-08 11:31

Vága kommuna og Dráttur bjóða morgunmat frá kl. 10:00, samstundis byrjar maratonflogbóltur í ítróttarhøllini og heldur áfram til kl. 18:30. Kl. 11 verður tombola, kl. 12:00 syngja Tórfríð og Holgar og kl. 12:30 verður høvi at royna mat úr Ungarn, heimlandinum hjá okkara nýggja høvuðsvenjara Eszter Sántosi-Tóth. Kl. 13:00 spælir meistaradeildin hjá Drátti. Stuðul til maratonflogbóltin kann gerast á kto. okkara 6460-153.925.8 og viðmerkja MF ella til leikarar hjá Drátti. Hjartaliga vælkomin.
Hjartaliga vælkomin.
Flogbóltsfelagið Dráttur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald