Talan var um eitt Airbus A400M Atlas flogfar hjá Royal Air Force, sum setti seg í Vágum. Hetta er fyrstuferð at eitt Airbus A400M Atlas flogfar setur seg á flogvøllinum í Vágum. Tó var eitt líknandi flogfar her 25. apríl í 2019 tá ið eitt flogfar hjá Luftwaffe gjørdi eitt sokallað low-pass.
Vit hava spurt Høgna Hoydal, landsstýrismann í uttanríkis og vinnumálaráðnum, hvat stóra flogfarið hjá Royal Air Force gjørdi í Vágum í gjár.
“Bretskir myndugleikar hava samskift við okkum frammanundan um, at hetta bretska RAF-flogfar kom í føroyskt loftrúm og vildi seta seg í Vágunum. Talan er um eina rutinuflúgving og venjing. Øll loyvi eru uppá pláss.” sigur Høgni í viðmerking til jn.fo.
Hesa seinastu vikunar hevur tað verið frammi um farmaflogfarið hjá FarCargo, sum setti seg á flogvøllinum í Vágum 4. mars. Tá hevði Kringvarpið nøkur innsløg um farmaflogfarið hjá FarCargo og Vága Floghavn. Tá kom fram, at FarCargo flogfarið hevði ov stóra veingjavídd at seta seg á flogvøllinum í Vágum.
Airbus A400M flogfarið hjá Royal Air Force hevur eina veingjabreidd, sum er 1 metur breiddi enn tað hjá FarCargo.
Nøkur fakta í mun til stór flogfør á flogvøllinum í Vágum.
24. mars 2021 setti eitt Boeing C-17a Globemaster III flogfar seg í Vágum. Tað er tað størsta flogfarið, ið nakrantíð hevur sett seg í Vágum. Longdin á tí var 53 metrar, og veingjabreiddin er 51,8 metrar.
Longdin á Airbus A400M Atlas flogfarinum er 45,1 metrar og veingjarbreiddin er 42,4 metrar.
Longdin á Boeing 757-200 farmaflogfarinum hjá FarCargo er 47,3 metrar og veingjarbreiddin er 41 metrar.
Stórsta ferðafólkaflogfarið, sum hevur sett seg á flogvøllinum í Vágum er eitt Boeing 737-800 flogfar. Tey hava verið á flogvøllinum nakrarferðir. Fyrstu ferð var 14. juni 2017. Longdin á teimum er 39,5 metrar og veingjarbreiddin er 35,7 metrar.
Airbus 320neo flogførini hjá Atlantic Airways eru 37,6 metrar til longdar og veingjarbreiddin er 35,8 metrar.
Airbus 321neo flogfar hevur gjørt eitt low-pass í Vágum, men setti seg ikki. Tað var 10. oktober 2016.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald