Vinna

Størsti føroyski landabásurin á fiskavørumessu í Barcelona

Heimsins størsta fiskavørumessa, Seafood Expo Global, flutti í ár úr Brussel til Barcelona.

2022-05-02 13:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

9 føroyskar fyritøkur vóru umboðaðar á føroyska landabásinum, sum í ár var tann størsti nakrantíð, og sum hevði fingið nýtt snið. Vinnuhúsið samskipaði aftur í ár føroyska landabásin.

Heimsins størsta fiskavørumessa, Seafood Expo Global varð hildin í døgunum 26.-28. apríl, eftir at hava verið avlýst í tvey ár á rað orsakað av korona. Føroyskir fiskaútflytarar og undirveitarar teirra vóru eisini í ár væl umboðaðir á fiskavørumessuni.


Messan varð í ár flutt úr Brussel til Barcelona, tí messan varð vorðin ov stór til umstøðurnar í Brussel.


Føroyski landabásurin var í ár víðkaður til 308 fermetrar, sum er tað størsta hann nakrantíð hevur verið. Landabásurin var plaseraður í fyrstu høllini aftaná høvuðsinngongdina, og hevði fingið nýtt snið. Sansir hevði sniðgivið básin.


Føroyskur landabásur hevur verið á Seafood Expo Global síðani hon byrjaði fyrst í hálvfemsunum, tá hon byrjaði sum ein lítil messa í Brussel. Fyrstu tíðina samskipaði Menningarstovan føroysku messuluttøkuna, men seinni árini hevur Vinnuhúsið samskipað føroyska landabásin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder