Ítróttur

Stórsteypadystir í flogbólti verða sunnudagin

Flogbóltsárið verður servað í gongd sunnudagin, tá árligu stórsteypadystirnir verða leiktir í høllini á Hálsi í Havn.

2023-09-20 15:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Talan er um afturvendandi vælgerandi tiltak, har meistararnir fyri ávikavist kvinnur og menn leika ímóti steypavinnarunum. Um meistarin og steypavinnarin er sama liðið, verður leikt ímóti nr. 2 í landskappingini.

Sunnudagin 24. september, leika meistararnir og steypavinnararnir fyri kvinnur, SÍ, ímóti nr. 2 í landskappingini, Fleyr. Hjá monnunum eru tað meistararnir og steypavinnararnir, Mjølnir, sum leika ímóti nr. 2 í landskappingini, Fleyr.

Dysturin hjá kvinnunum byrjar kl. 15, ímeðan dysturin hjá monnunum byrjar kl. 17. Vinnandi liðið fær ferðasteyp, latið av FBF.

Í ár er tað Fleyr, ið skipar fyri dystunum og fyriskiparin hevur gjørt av, at øll inntøkan frá hesum báðum dystunum fer til Títt Rúm hjá Blá Krossi. Títt Rúm er eitt tilboð til øll í aldrinum 0-35 ár, sum hava foreldur við rústrupulleikum, og familjur teirra.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder