“Heldur enn at flyta stórar gamlar oljupallar til Føroya at taka sundur, kunnu vit taka minni partar av oljuinstallatiónum, ið seta færri krøv til umstøðurnar á landi. Men høvuðsuppgávurnar liggja til havs, og tær kunnu vit eisini vera partur av”, stendur millum annað í niðurstøðuni í kanning, sum FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólkur, hevur gjørt fyri Sjóvinnufelagið við stuðuli frá Vinnuframa.
Niðanfyri eru nakrar niðurstøður úr kanningini.
FOÍB viðmælir ikki, at Føroyar leggja seg eftir at kappast við tær etableraðu avriggingarhavnirnar í Bretlandi, Danmark ella Noregi í avrigging av stórum pallum og installatiónum. Hetta hevði kravt risaíløgur í havnaløg, og tað er okkara meting, at avkastið ikki hevði verið serliga gott. Hetta virksemið telur bert 2% av fullu upphæddini, ið brúkt verður upp á avrigging, nú meginparturin av arbeiðinum fer fram offshore.
Langa strekkið, ið installatiónir skulu flytast úr Norðsjónum fyri at koma til Føroya er eisini ein vansi. Hetta vildi eisini gjørt seg galdandi fyri at flutt gamalt jarn og onnur metall, sum eru endavøran, ið avrigging framleiðir, niður aftur til keyparar í Bretlandi og evropeiska meginlandinum.
Burturbeining av vandamiklum evnum hevði eisini kunnað gjørst ein trupulleiki, um serfrøði ikki er til taks til tað í Føroyum.
Eitt annað, ið hugsast skal um, tá ið hugt verður at møguleikanum at avrigga stórar installatiónir í Føroyum, er, at tað krevst nógv vanlig tímalønt arbeiðsmegi, og tað slagið av arbeiðsmegi er ikki tøkt í Føroyum í hesum árum.
Vert er eisini at hava í huganum, at hóast Skálafjørðurin er tað mest sjálvskrivaða økið til ein avriggingardepil, ið kann nýtast til stórar installatiónir, so skuldi slíkt virksemi kappast við alt møguligt annað ídnaðarvirksemi í økinum.
Tað er tó so, at ikki alt avriggingarvirsemi á landi er ætlað til slíkar stórar installatiónir sum oljupallar. Til dømis er tann gamla North Harbour í Aberdeen ment til serliga at taka sær av endurnýtslu av undirvatnsstrukturum sum rørleiðingar, betongundirløg og sokallaðum jólatrøum.
Vit hava nógvar góðar havnir í Føroyum, har slíkt arbeiði kundi gingið fyri seg, og mælt verður til, at hesin møguleiki verður kannaður víðari av politisku myndugleikunum ella einum arbeiðsbólki, sum umboðar almenn áhugamál saman við umboðum úr vinnulívinum.
Arbeiðsbýtisbygnaðurin, ið avriggingarvinnan í Bretlandi brúkar sum grundarlag fyri tess uppgávum, vísir, hvussu størsti parturin av tí risastóru avrriggingarupphæddini fer til frálandavirksemi, heldur enn virksemi á landi. T.d. fara 45% til at avrigga brunnarnar.
FOÍB mælir til, at føroyskar fyritøkur, ið hava relevantu førleikarnar og styrkina, eiga at leggja seg eftir at hyggja at teimum pørtum av frálandaavriggingini, lýstir í arbeiðsbýtisbygnaðinum, og eyðmerkja tær uppgávur og tænastur, ið tær hava møguleika at loysa og veita, og so royna at bjóða upp á slíkar uppgávur ella tænastur.
Í framhaldi av hesum, so verður rátt til, at feløg taka samband við ídnaðarfelagsskapir sum Decom North Sea, okkara systurfelag Offshore Energies UK og fyristøðufeløg og tey konsortium, ið hesi hava gjørt, sum t.d. tað, ið CNR International, EnQuest, TAQA og Total Energies hava stovnað.
Eisini verður mælt til samstarv við The North Sea Transition Authority, ið hevur yvirskipaðu ábyrgdina av øllum avriggingarvirksemi á bretska landgrunninum, og sum samskipar og sjósetur ymisk initiativ fyri at fáa avriggingarbeiði gjørt á ein effektivan og kostnaðarlættan máta.
Tá ið Foib viðmælir, at hugt verður at sergreinum í frálandaavrigging, so hyggur Foib eisini at strategiskum perspektivum. Olja- og gassleiting og framleiðsla fer helst at minka uppá sikt, og vil hetta økja tilsvarandi um avriggingarvirksemi. Havandi hetta í huga, so er skilagott fyri tey feløg, sum í dag hava fólk í vinnu í frálandavinnuni, at víðka um virkisførleikan hjá hesum fólki til eisini at umfata avriggingararbeiði.
Tá hugt verður at arbeiðisbýtisbygnaðinum, so sæst, at har eru eisini sergreinar í avriggingarvirksemi á landi innan verkfrøði, projektleiðslu og umhvørvisvísund, ið feløg við relevantu førleikunum kunnu leggja seg eftir. Serliga tá hugsað verður um stóru framstigini seinnu árini við at kunna arbeiða í frástøðu við nútímans tøkni.
Tá tað kemur til stóríløgur í havnaløg og facilitetir rundanum havnir, so hevur Foib ta fatan, at tað vildi verið ein nógv skilabetri íløga, um hetta, heldur enn til avriggingarvirksemi, varð gjørt til framtíðar vindmyllur og atknýtta útgerð til frálandavindorku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald