2022-08-18 23:00

Har var horntónleikur og røður bæði umboðandi Fuglafjarðar kommunu og reiðaríðið, sum ynsktu skipinum og manningini vælkomnum á Fuglafjørð og Harrans signing.
Tá ið skipið varð handað og kom undir føroyskt flagg í Brattvåg, tá varð farið beint í Barentshavið, skipið hevur fiskað í ein góðan mána og hevur 850 tons av skráskornum fiski - toski og eitt sløð av hýsu.
Í dag var tað sostatt fyrstu ferð at Akraberg kom í føroyska havn.
Eitt stásiligt skip má sigast - Akraberg kostar 317 milliónir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald