Vinna

Stór IMO-skoðan í Føroyum

Í hesum døgum fremur IMO – International Maritime Organization – stóra skoðan í Føroyum. Hetta er tað sokallaða IMO MEMBER STATE AUDIT SCHEME (IMSAS). Kannað verður, í hvønn mun Føroyar hava sett neyðugar reglur í verk fyri skip, og um føroysku myndugleikarnir fyrisita reglurnar á nøktandi hátt. Tvey umboð fyri IMO eru komin til Føroya at avgreiða skoðanina, sum tekur eina góða viku.

2024-06-20 16:33 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fleiri aðalráð, myndugleikar og stovnar eru fevnd av skoðanini. Virksemið er miðsavnað á Sjóvinnustýrinum í Vágum, sum eisini samskipar skoðanina. Á skránni eru framløgur við lýsing av bygnaðinum av føroysku umsitingini, ábyrgdarøkjum, lógarverki og dagliga samstarvinum millum avvarðandi ráð og stovnar. Skoðað verður sambært Code III.

Eitt stórt fyrireikingararbeiði er gjørt seinasta árið fyri at eftirmeta og skjalfesta, hvørt Føroyar liva upp til øll altjóða krøv og reglur hjá IMO.

Umboð fyri hesi ráð, stovnar og myndugeikar luttaka í skoðanini:

Uttanríkis- og vinnumálaráðið, Sjóvinnustýrið og Fjarskiftiseftirlitið, ið serliga hava ábyrgd av trygd og tekniskum útbúnaði umborð á skipum.

Umhvørvismálaráðið, Umhvørvisstovan og Landsverk, ið hava ábyrgd av fyribyrging av dálking frá skipum, tilbúgving og havnum

Fiskimálaráðið og VØRN (fiskiveiðieftirlit, MRCC og Veðurstovan), ið serliga hava ábyrgd av leiting og bjarging.

Útbúgvingarmálaráðið og Undirvísingarstýrið, ið hevur ábyrgd av útbúgving.

Eisini luttaka Tórshavnar havn og Tórshavnar Sløkkilið.

Á síðsta degnum, sum er mánadagin, 24. juni, verða møgulig frávik og uppskot til bata borin fram.

IMSAS byrjaði sum ein sjálvboðin skoðan fyri IMO limalond í 2006. Men síðani 2016 hevur skoðanin verið kravd. Føroyar eru bundnar av samtyktum hjá IMO, sum eru grundarlag undir altjóða sjóvinnu. IMO skoðar Føroyar sjeynda hvørt ár. Í 2011 valdu vit sjálvboðin at leggja okkum undir hesa skoðan Hetta er sostatt fyrstu ferð, vit hava eina skoðan, sum telur.

Sjóvinnustýrið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder