
Av løgreglustøðini verður sagt, at tað er stongt um Høgareyn og um Sandavágsháls. Vakthavandi dugdi ikki at siga hvussu leingi. Tað standa fleiri bilar fastir á Hálsin og á Høgareyni.
Tvær maskinur hjá landsverki hava verið á Høgareyni, men kavi fyllist í aftur beinavegin.
Í løtuni er ælaslit.
Eitt flogfar skal eftir ætlan seta seg á flogvøllinum í Vágum nú, men í løtuni er tað ikki veður hjá tí at seta seg, men um tað setur seg so má kavaruddingin raðfestast, og ruddast má um Sandavágsháls verður sagt av løgreglustøðini.
Vakthavndi á løgreglustøðini legði afturat, at nógvir bilar standa eisini fastir í Havn. Teir eru givnir at grava í Havnini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald