Vinna

Stong Havstovuna og opna Bankan

Emperisk tøl siga, at hendan hypotesa er røtt fyri fiskastovnar og samfelag. Tó er ikki prógva, at hetta er einasti sannleikin

2023-09-14 21:39 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Síðan 2016 havi eg granska tosk á Føroyagrunninum. Tað gongur rættan veg. Úrslit gerðast greiðari fyri hvønn dag. Útrokningar samsvara við veruleikan og ongi mótstríðandi úrslit eru.

Míni úrslit visa, at til ber at stýra toskaveiðuni. Bæði rættan veg og skeivan veg. Eg havi gjørt eitt ávegis model, sum fær veiðuna upp á 30.000 tons av toski á landgrunninum í miðal. Somuleiðis ber til at gera stovnsmetingar og siga hvussu nógv rættast er at fiska.

Tað tekur tíð. Nógva tíð. Eg má gera dataseriur aftur til 1700 umaftur. Harumframt má eg gera nógv, sum ikki er gjørt frammanundan. Eg noyðist helst at gera umleið 8 vísindaligar greinar, harav tær fyrstu eru væl ávegis. Eg má tosa við útlendskar fiskifrøðingar, tí okkara spenna bein og halda eg eri ov býttur at samstarva við.

Sum dømi kann nevnast, at eg sá framløgu í vikuni, um El Nino, har tølini vístu, at samsvar ikki var millum El Nino og tosk. Tølini vóru máta tøl og tí røtt. Men eg dugdi at síggja, hví tað Osmund Justinussen sigur, allíkavæl er rætt, og at somu tøl skulu setast saman við øðrum tølum, sum síðan blívur ein heild, sum prógvar, at tað Osmund sigur, er rætt. Tað er ein spurningur um hvørji data ein brúkar og hvussu ein brúkar tey.

Ein avbjóðing er, at fiskifrøðin sær trøll allastaðni. Hjalti spurdi ein, um hann ætlaði at knúsa Havstovuna. Annar spurdi, um ætlanin var at niðurgerða alt hann hevði gjørt. Sjálvt um hetta ikki er orðarætt citera, so hómast ein uppfatan av, at Havstovan langt síðan veit alt og at ongin nýggj vitan kann verða til. Havi eisini hoyrt teir tosa, ikki serliga rósandi um skilamenn. Um teir longu vita alt, so er neyvan tørvur á gransking.

Eg lurti eftir øllum. Eg hyggi eftir øllum. Eg lesi alt, sum eg síggi skriva. Bæði frá fiskifrøðingum, fiskimonnum og landkrabbum. Og frá øllum nevndu koma gullkorn.


Miðalveiða fyrr og nú

Hagtøl visa, at fyrr fiskaðu vit í miðal 25-30.000 tons, av toski meðan vit seinastu árini hava fiskað ein brøkpart av hesum. Útflutningsvirði er tí uml. 1 millard lægri, enn tað annars kundi verið av toski og ¼-½ milliard av upsa. Tað eru øll samd um.

Tá havið var frítt, var toskaveiðan størri enn í dag. Í Barentshavinum 50%, 100% størri undir Íslandi og á Føroyagrunninum var hon 400% størri enn í dag. Vit kunnu tí við 100% vissu siga, at royndirnar hjá fiskifrøðini, bæði í Føroyum og aðrastaðni eru út av lagið vánaligar. Fiskifrøðin heldur fast við tað gamla, sum ikki gevur úrslit.

Havstovan sigur, at friðingin í 1914-18 og 1939-1945 økti støddina á fiskastovnunum og prógvar at friðingar gera mun. Hesin pástandur er skeivur. Við data ber til at ávisa at hvørki av hesum tíðarskeiðum var toskastovnurin stórur orsaka av friðingum. Havstovan roknar út frá tí at tað var trivalig tilgongd og ongin veiða og tí vaks stovnurin sera nógv. Men ongi data undirbyggja hetta, tó at formilin hjá Havstovuni og ICES roknar soleiðis. Tað eru hinvegin data og upplýsingar, sum mótprógva hesum.

Út frá data vit eiga og tí gransking gjørd er, gevur tað lítla og onga meining at samanbera veiðu tá alt bleiv fiska við troli og nú tá alt verður fiska við húki.

Vit kunnu við vissu siga, at friðingin av Føroya Banka ikki munar. Vit kunnu við vissu siga, fiskastovnarnir minka heldur enn vaksa, hóast vit hava friða stór økir á landgrunninum fyri tosk og upsa. Seinstu 40 árini hava vit friða meira og meira.


Eg fái samsvar millum model og emperi

Vit kunnu við sera stórari vissu siga, at rist í upsatroli er skaðilig. Vit kunnu við stórari vissu siga, at teir upsar, sum enda í alinótum, als ikki ávirka støddina á upsastovninum. Vit kunnu við sera stórari vissu siga, at friðingar fyri at verja upsastovnin gera stórri skaða enn gagn.

Vit kunnu við ávísari vissu siga, at gardinbátar við nógvari ferð, ávirka vøkstur hjá 0-2 ára gomlum fiski, men hvussu nógv ella lítið, vita vit ikki.

Mótsætt fiskifrøðingum, so fái eg emperi at samsvara við modell. Eg eri ikki givin at brúka tøl frá Cuba-trolarunum, tí tey ikki passa í modelli. Eg havi ikki justera data, fyri at fáa modelli at ganga upp. Eg velji ikki ár burtur úr, men brúki dataseriur í fullari longd. Eg geri ikki niðurstøður út frá avmarkaðum data, sum eru mótsætt av tí onnur data vísa.

Temperatururin í Føroyum er á leið í miðjuni av tí toskur tolir. Toskur doyr, um tað eru umleið 15-16 hitastig og 10 hitastig er meira optimalt enn 7 hitastig. Hitin ávirkar metabolismu og hvussu nógv toskur kann fordøja, sum aftur merkir hvussu skjótt hann kann vaksa.

Toskur á Føroya banka veksur skjótari tí temperaturin er hægri. Sama í Bretskum sjógvi og í USA, meðan Barentshavið, við Ísland, í Canada og í Grønland er kaldari.

Í Canada, Barentshavinum og Íslandi livur toskur av lodnu, sum svimur í stimum. Toskurin fylgjur lodnuni og tí er veiða pr. tíma ella pr. húk nógv størri har. Fiskurin stendur tættari og tað gevur onga meining at samanbera veiðu í Føroyum við hesi nevndu økir. T.d. møtti eg einum eldri manni í 2019. Hann kendi Dávur Poulsen og hevði verið við Kallsenni. Eg fortaldi at Dávur hevði fortalt mær, at eitt árið gjørdu teir tveir saltfiskatúrar millum Páskir og Hvítussunnu. Annar 16 dagar og hin 17 dagar, fult skip av saltfiski. Jú hann var við tá og hann sendi mær enntá útgreinaða avrokningar har veiðan var gjørd upp í støddir og kvalitet. Kallsenni tók á leið 370 tons. Veiðan frá apríl-desember 1956, var uml. 1800 tons saltfiskur.

Temperaturbroytingar uppeftir skaða ikki toskin undir Føroyum og ei heldur á Føroya banka. Men tað er sjálvandi greitt at temperaturur kann ávirka tað sum toskur etur. T.d. er toskur í Íslandi nógv har tað eru 6-7 stig, heldur enn har tað eru 9 hitastig, tí at føðin er har tað eru 6-7 hitastig.

Toskur í Føroyum hevur tað gott tá mátingar visa nógva nebbasild í maganum. Vit vita lítið um nebbasild undir Føroyum. Men okkurt havi eg funnið, umframt at Havstovan hevur tilfar og ein PHD er eisini gjørd um nebbasild. Vøkstur á toski er mátaður seinstu 60 árini.

Tað trupla er at fáa elituna innan fiskifrøði í Føroyum at skilja, at tað teir lærdu á skúlabonki ikki samsvarar við veruleikan. Teir endurtaka ár eftir ár. Fiskimonnum lurta teir ikki eftir, tí teir siga ikki tað sama, sum fiskifrøðingar lærdu á skúlabonki.

Fiskimálaráðharrin var formaður í Fiskidaganevndini, fyri fáum árum síðan og tá vísti hann, við data, at onki skil var á fiskifrøðini. Nú sigur hann tað sama sum fiskifrøðin. Tí noyðast vit at konstatera, at hann tá, var settur at tosa um nakað, hann í dag ikki tykist skilja.

Politikarar áttu at vakna, tá brúktir dagar minka samsvarandi tilmæltum skerjingum og allíkaval verður ongin toskur avreiddur. Somuleiðis hava vit stongt Føroya banka í eitt mannaminni, uttan at tað hevur broytt nakað.

Tølini eru sera greið. At lurta eftir fiskifrøðini er vissi deyðin hjá fiskivinnuni, tí tað er skaðiligt fyri fiskastovnarnar. So skaðiligt, at vit missa meira enn eina milliard árliga og onki skip hevur ráð at loysa.

Meg lívið lær, at fiskifrøðingar ikki hava áhuga at læra, at politikarar hvørki hava áhuga ella tíma at lurta eftir fiskimonnum.

Ein dag, fara vit at skilja. Ímeðan endurtaka vit tað teori, sum emperi vísur okkum er skeiv, vælvitandi at manko er meira enn 1 milliard árliga.


Eivind Jacobsen

Strendur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder