2022-02-17 09:06
Polarhav og Stjørnan hava havt rokfiskiskap, teir byrjaðu túrin 10. februar og komu á Klaksvík í nátt fullir undir lúkurnar, teir hava 450.000 pund av góðum upsa - helst besti upsatúrur í áravís.
Teir hava roynt eystanfyri, har allir partrolararnir eru í løtuni.
Teir landa á Kósini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald