2025-07-10 14:22

Stjørnan og Polarhav sigla inn fullfermdir av gulllaksi, teir verða inni nú seinnapartin.
Teir hava 240 tons av gulllaksi, sum teir skulu landa í Klaksvík í morgin. Tavan í Leirvík keypir veiðuna hjá teimum.
Tað eru 7 mans við hvørjum skipi.
Teir hava roynt vestanfyri.
Teir fara nýggjan túr fríggjakvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald