2022-04-02 09:30
Fríggjadagin 1. apríl tók Marita Rasmussen við sum stjóri á Havstovuni. Marita, sum seinastu 14 árini hevur verið stjóri í Vinnuhúsinum, tekur við starvinum eftir Eilif Gaard, ið hevur verið stjóri á Havstovuni í 12 ár.
Havstovan takkar Eilifi hjartaliga fyri tíðina hann hevur sitið við róðrið, og ynskir samstundis Maritu bestu eydnu í stjórastarvinum.
Mynd: Eilif Gaard, fráfarandi stjóri, saman við nýggja stjóranum Maritu Rasmussen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald