Vinna

Stívliga 54.400 fólk búðu í Føroyum 1. mai - vøksturin er 1,1%

Fólkatalið vaks við 572 persónum seinasta árið, og 1. mai búðu 54.431 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 1,1%, sum er nakað minni enn í undanfarna tíðarskeiðið.

2023-06-13 13:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hagstovan:

Burðaravlopið minkaði óvanliga nógv í byrjanini av 2022, og hóast minkingin lutvíst varð uppvigað av einum lítlum vøkstri í nettoflytingini, so minkaði tað um árliga fólkavøksturin. Seinastu mánaðarnar er burðaravlopið vaksið eitt sindur aftur, samstundis sum nettoflytingin er minkað eitt sindur. Spakuligi vøksturin í fólkatalinum heldur tí fram.


Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 191 fólk og eini nettoflyting á 381 fólk.  Talvan niðanfyri vísir, at samanborið við undanfarna tíðarskeið er nettoflytingin minkað meðan burðaravlopið er vaksið. 

v

Lítil minking í nettoflytingini 

Trendarnir vísa, at munurin millum tilflyting og fráflyting er minkaður nakað seinastu mánaðarnar. Síðani síðsta heyst hevur gongdin í tilflytingini verið minkandi samstundis sum gongdin í fráflytingini hevur verið meira støðug enn frammanundan, tá gongdin í bæði tilflyting og fráflyting var vaksandi. Nettoflytingin er tí minkað eitt sindur eftir at hava verið støðugt vaksandi í tíðini frammmanundan.  Trendurin í myndini niðanfyri lýsir gongdina í til- og fráflytingini.


Lítil vøkstur í burðaravlopinum 

Trendarnir vísa, at munurin millum fødd og deyð er vaksin seinastu mánaðarnar. Hesin spakuligi vøksturin í burðaravlopinum kemur aftan á stóru minkingina í fjør, sum stóðst av, at færri føddust og fleiri doyðu enn vanligt. Seinastu mánaðarnar hevur gongdin í deyðatalinum verið minkandi, og saman við støðugu gongdini í føðitalinum veksur tað spakuliga um burðaravlopið. Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum.



Flestu kommunurnar vaksa

Fólkatalið vaks í 18 av teimum 29 kommununum. Størsti vøksturin var í Tórshavnar, Runavíkar og Klaksvíkar kommunu. Síðani í Sjóvar og Nes kommunu, har lutfalsligi vøksturin eisini var stórur. 
Størsta minkingin var í Hvalbiar kommunu og Eysturkommunu.  

Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. mai 2022 og 2023.


Fólkatalið í kommunum og bygdum

mai 2022 – mai 2023



maimunur

20222023persónar%





Tilsamans53.85954.4315721,1
Fugloyar kommuna3943410,3
- Hattarvík1013330,0
- Kirkja293013,4
Viðareiðis kommuna350345-5-1,4
- Viðareiði350345-5-1,4
Hvannasunds kommuna418432143,3
- Depil275250,0
- Hvannasund251250-1-0,4
- Múli000-
- Norðdepil162172106,2
- Norðtoftir3300,0
Klaksvíkar kommuna5.3835.445621,2
- Klaksvík4.9915.051601,2
- Árnafjørður7066-4-5,7
- Norðoyri15416174,5
- Ánirnar5651-5-8,9
- Mikladalur252614,0
- Trøllanes1716-1-5,9
- Svínoy303000,0
- Húsar343738,8
- Syðradalur, Kalsoy67116,7
Kunoyar kommuna14415174,9
- Haraldssund657169,2
- Kunoy798011,3
Fuglafjarðar kommuna1.6121.635231,4
- Fuglafjørður1.6001.623231,4
- Hellurnar121200,0
Eysturkommuna2.3032.288-15-0,7
- Leirvík1.0531.043-10-0,9
- undir Gøtueiði333300,0
- Gøtugjógv535300,0
- Skálafjørður, Eysturkommuna4400,0
- Norðragøta671658-13-1,9
- Syðrugøta48949781,6
Nes kommuna1.4721.514422,9
- Nes, Eysturoy36537492,5
- Saltnes155149-6-3,9
- Toftir952991394,1
Runavíkar kommuna4.3014.369681,6
- Oyndarfjørður13313300,0
- Elduvík1116545,5
- Funningsfjørður6159-2-3,3
- Æðuvík11399-14-12,4
- Glyvrar452473214,6
- Lamba158155-3-1,9
- Rituvík321333123,7
- Runavík587577-10-1,7
- Saltangará1.1191.156373,3
- Skipanes525423,8
- Søldarfjørður364357-7-1,9
- Lambareiði9900,0
- Skála734763294,0
- Skálafjørður13413732,2
- Funningur5348-5-9,4
Sjóvar kommuna1.1541.207534,6
- Innan Glyvur898900,0
- Kolbeinagjógv3236412,5
- Morskranes3533-2-5,7
- Selatrað3843513,2
- Strendur9601.006464,8
Eiðis kommuna792807151,9
- Eiði710720101,4
- Ljósá363712,8
- Svínáir465048,7
Sunda kommuna1.8311.84090,5
- Norðskáli333332-1-0,3
- Oyrarbakki16716921,2
- Oyri17117652,9
- Gjógv2029945,0
- Haldórsvík119114-5-4,2
- Langasandur444624,5
- Tjørnuvík4746-1-2,1
- Saksun1011110,0
- Hvalvík258256-2-0,8
- Nesvík000-
- Streymnes325338134,0
- Hósvík337323-14-4,2
Tórshavnar kommuna22.85623.1442881,3
- Kollafjørður831819-12-1,4
- Oyrareingir4538-7-15,6
- Signabøur14715585,4
- Argir2.4722.509371,5
- Tórshavn13.85714.0531961,4
- Kaldbak256251-5-2,0
- Kaldbaksbotnur8800,0
- Mjørkadalur000-
- Sund1100,0
- Hvítanes10010666,0
- Hoyvík4.5504.617671,5
- Norðradalur109-1-10,0
- Syðradalur, Streymoy98-1-11,1
- Kirkjubøur8475-9-10,7
- Velbastaður240258187,5
- Hestur1715-2-11,8
- Koltur000-
- Nólsoy229222-7-3,1
Kvívíkar kommuna604598-6-1,0
- Kvívík394391-3-0,8
- Leynar11011554,5
- Skælingur131300,0
- Stykkið3735-2-5,4
- Válur5044-6-12,0
Vestmanna kommuna1.2511.276252,0
- Vestmanna1.2511.276252,0
Vága kommuna2.1622.190281,3
- Sandavágur9931.020272,7
- Miðvágur1.1251.12830,3
- Vatnsoyrar4442-2-4,5
Sørvágs kommuna1.2421.252100,8
- Sørvágur1.1431.15180,7
- Bøur727200,0
- Gásadalur131300,0
- Mykines1416214,3
Skopunar kommuna456474183,9
- Skopun456474183,9
Sands kommuna52652930,6
- Sandur52652930,6
Skálavíkar kommuna13813800,0
- Skálavík13813800,0
Húsavíkar kommuna10898-10-9,3
- Dalur3529-6-17,1
- Húsavík6359-4-6,3
- Skarvanes101000,0
Skúgvoyar kommuna4133-8-19,5
- Skúgvoy3128-3-9,7
- Stóra Dímun105-5-50,0
Hvalbiar kommuna670653-17-2,5
- Hvalba602587-15-2,5
- Sandvík6866-2-2,9
Tvøroyrar kommuna1.7751.763-12-0,7
- Froðba290282-8-2,8
- Trongisvágur540524-16-3,0
- Tvøroyri856871151,8
- Ørðavík2823-5-17,9
- Ørðavíkslíð616323,3
Fámjins kommuna8579-6-7,1
- Fámjin8579-6-7,1
Hovs kommuna10010111,0
- Hov10010111,0
Porkeris kommuna327324-3-0,9
- Porkeri327324-3-0,9
Vágs kommuna1.3671.365-2-0,1
- Vágur1.3671.365-2-0,1
Sumbiar kommuna352338-14-4,0
- Lopra8975-14-15,7
- Sumba24925120,8
- Víkarbyrgi000-
- Akrar1412-2-14,3





Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder