Vinna

StÍF og VB skulu spæla finalu í niðara endaspælinum hjá kvinnum

StÍF vann á H712 og VB vann á EB

2022-03-18 22:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Nú er greitt, at tað verða StÍF og VB, sum skulu spæla finalu í niðara endaspælinum hjá kvinnum. StÍF vann í kvøld 25-20 á H71 2, meðan VB vann tepurt á EB 24-23.

Liðini hittast á bláa gólvinum í morgin í Høllini á Hálsi kl. 15.30. Atgongumerki á 100 kr. fyri vaksin og 30 kr. fyri børn í skúlaaldri eru galdandi fyri bæði finaluna í niðara bólki og steypafinaluna hjá kvinnum millum Kyndil og H71, sum byrjar kl. 18.00.

Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder