2023-12-08 16:35
Fyrstu dysturin í Bónus kappingini fyri kvinnur verður 6. januar 2024 í høllini á Giljanesi, har Dráttur tekur ímóti Fleyr. Fyrsti dysturin í Bónus kappingini fyri menn verður 10. januar, í Klaksvík. Tá tekur mansliðið hjá Mjølnir ímóti SÍ.
Steypakappingarnar - nú Bónus kappingarnar - hava seinni árini ment seg til nøkur av stórstu tiltøkunum fyri føroyskan flogbólt. Bónus kappingin fyri vaksin er í gongd frá byrjanini av januar til endan av februar. Hálvfinalur í Bónus kappingini fyri vaksin verða í Klaksvík 10. februar 2021 og finalurnar verða í Havn 24. februar.
Bónuskappingarnar fyri yngri eru somuleiðis í gongd í byrjanini av árinum og finalurnar verða leiktar í Havn 24. og 25. februar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald