![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Um størvini
- Eitt starv á Traðarvegi fulla tíð at byrja tann 01.02.2023 ella eftir nærri avtalu.
- Eitt starv á Húsadalsvegi fulla tíð at byrja tann 01.02.2023 ella eftir nærri avtalu.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum, tað vil siga í dag-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisvaktum.
Arbeiðsuppgávur
Sambýlið á Húsadalsvegi og Traðarvegi eru sambýli fyri fólk við sálarligum avbjóðingum. Har búgva ávíkavist 4 og 6 búfólk.
Arbeiðsuppgávurnar á Sambýlunum eru skipaðar eftir einum heilsufrøðiligum og miljøterapeutiskum leisti. Stórur dentur verður lagdur á at skapa eitt trygt og framskygt umhvørvi, og at stuðla búfólkunum í at taka virknan lut í gerandislívinum.
Førleikakrøv
Útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari, ergo- ella fysioterapeutur ella fólk við námsfrøðiligari útbúgving. Tað kann vera ein fyrimunur, um umsøkjari hevur starvsroyndir innan psykiatri. Um ikki nóg nógv við nevndu útbúgvingum søkja, kann hjálparfólk verða fyribilssett.
Væntanir
Vit ynskja ábyrgdarfull starvsfólk sum:
- Eru arbeiðssom og hava áhuga innan sosialpsykiatriska økið.
- Kunnu seta í verk og fylgja mannagongdum og viðgerðarætlanum.
- Hava evni at reflektera yvir egið virksemi.
- Koma við góðum hugskotum og luttaka virkin í tvørfakliga arbeiðinum.
- Eru opin fyri at luttaka á skeiðum, ið kunnu betra fakligu og persónligu førleikarnar.
- Trívast við at vera einsamøll/mallur á vakt og eru sálarliga og likamliga væl fyri.
- Neyðugt er at hava KT-førleikar og koyrikort.
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í Trivnaðardeplinum í eindini Socialpsykiatri. Tey, ið sett verða, mugu tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti fyri økið.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á tann grøna knøttin “Søk starvið”
Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 19.01.2023 kl.23.00.
Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Andreu Petursdóttir, eindarleiðara á telefon 297449 ella Elin Doris á Mýrini, leiðara á telefon 297446.
Trivnaðardepilin – Sosialpsykiatri
Eindin, sum er í Trivnaðardeplinum, veitir tænastu til til ung og vaksin fólk við sálarsjúku. Virksemið í Eindini er skipað við bú- og viðgerðartilboðum, sambært § 45 og § 46 í Løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, sum broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 12. desember 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald