Lýsing

Starvsfólk til kantinuna á kryvji- og góðskingarvirkinum í Sørvági

Vit søkja eftir starvsfólki til kantinun á virkinum í Sørvági at byrja beinanvegin.

2023-01-03 21:46 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Starvið umfatar matgerð av heilsugóðum kosti, innkeypi, reingerð og at tryggja, at køkurin verður væl skipaður. Umleið 100 starvsfólk eta í kantinuni hvønn arbeiðsdag.

Vit ynskja at tú ert fyrikomandi, álítandi, røkin og arbeiðsom/ur.

Vit bjóða eitt spennandi starv í einum jaligum og virknum umhvørvi. 

Starvið er fulltíðarstarv, men onnur avtala viðv. arbeiðstíð eru eisini møgulig. Tú kemur at arbeiða saman við tveimum øðrum persónum í kantinu-toyminum.

Um tú vilt vita meir um starvið kanst tú venda tær til Jóan Karl Joensen, virkisleiðara, á telefon 288260

Umsókn skal sendast til [email protected]


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder