
Vit søkja eftir starvsfólkum til kafeina á flogvøllinum at byrja skjótast gjørligt ella sambært nærri avtalu. Arbeitt verður allar dagar í vikuni, og arbeiðstíðirnar eru lagaðar til flogferðsluna. Vit leita eftir starvsfólkum til fulltíðarstarv, umframt eftir avloysarum.
Um starvið
Vit bjóða eitt starv í einum spennandi arbeiðsumhvørvi. Umframt vanliga kundatænastu, fert tú m.a. at standa fyri at gera mat kláran, seta vørur á hillarnar og halda kafeina reina og ruddiliga.
Kafein er partur virkseminum hjá P/F Duty Free.
Vit vænta, at tú...
- Ert fyrikomandi og gongur høgt upp í kundatænastu
- Ert sera røkin og hevur sera gott reinførið
- Kanst samstarva, umframt at tú eisini trívist við at arbeiða sjálvstøðugt
Umsókn
Umsókn við lívsrensli (CV) skal sendast við telduposti til [email protected].
Meira fæst at vita um starvið við at seta teg í samband við Hansa Poulinu Adriansdóttir, kafeleiðara, á tlf. 225546 ella teldupost [email protected]
GG: Fyri at kunna arbeiða í Vága Floghavn, skalt tú hava reina revsiváttan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald