Lýsing

STARVSFÓLK TIL HR-DEILDINA HJÁ ATLANTIC AIRWAYS

-

2022-06-15 19:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Atlantic Airways sóknast eftir starvsfólki til HR-deildina. Talan er í høvuðsheitum um fyrisitingarligt starv, har tann, ið sett/ur verður, saman við HR-leiðaranum m.a. skal hava ábyrgd fyri starvssetanartilgongdini hjá felagnum.

Um starvið:

Árstíðarsveiggini í vinnuni hava við sær, at nógv nýggj starvsfólk verða sett á hvørjum ári, og tí leita vit eftir einum starvsfólki, ið hevur áhuga og royndir við starvsetanum. Tað verið seg at skriva starvslýsingar, vera við til setanarsamrøður, gera setanarsáttmálar o.s.fr.

Tú fert – saman við HR-leiðaranum – at hava ábyrgd fyri setanartilgongdini í sambandi við starvssetanir. Harafturat fevna uppgávurnar um eitt nú at samskipa innanhýsis skeið, starvsfólktiltøk v.m.

Talan er um eitt fyrisitingarligt starv, har tú kemur í samband við nógv ymisk menniskju uppá tvørs av fleiri ymiskum starvsbólkum.

Um teg:

  • Tú hevur viðkomandi útbúgving og royndir frá HR arbeiði
  • Tú vilt mennast víðari í eini vinnu, har starvsfólkaøkið er serliga regulerað og tilgongdin í sambandi við starvsfólkasetanir ofta drúgv
  • Tær dámar at fáast við menniskju, ert útvend/ur og hevur lætt við at seta teg inn í starvssáttmálar, lønartalvur og aðrar løgfrøðiligar tekstir, ið eru knýttir at eini starvssetan
  • Tú dugir væl at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum í talu og skrift og hevur góðar telduførleikar

Starvsstaður o.a.

Talan er um fulltíðarstarv, og starvsstaðurin er skrivstovu okkara á Vága Floghavn. Løn sambært avtalu. Starvið verður sett skjótast til ber. GG! Fyri at kunna arbeiða í Vága Floghavn er eitt krav, at tú hevur reina revsiváttan.

Vilt tú vita meira?

Nærri upplýsingar um starvið fært tú við at venda tær til Elina Sigvardsen, HR-leiðara, á tlf. 213702 ella á [email protected].

Umsóknarfreist

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 24. juni 2022. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um okkum
Atlantic Airways er tjóðarflogfelag Føroya. Okkara fremstu uppgávur eru at knýta Føroyar nærri umheiminum og at knýta oyggjar saman og skapa tryggleika. Hjá okkum er trygdin í hásæti, og vit vilja veita eitt regluligt, smidligt og fjølbroytt rutunet við Føroyum sum hornasteini og eina framúr góða tænastu. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder