2022-03-08 16:28
Vald í nevndina vórðu Hildigerð Djurhuus, sum starvast á Posta, og Hergeir Staksberg, sum starvast í Tórshavnar kommunu. Hildigerð varð fyrstvald við 103 atkvøðum og næstvaldur varð Hergeir Staksberg við 86 atkvøðum.
Hilmar Augustinussen, sum stóð fyri afturvali, fekk 80 atkvøður. Hann varð valdur sum tiltakslimur í nevndina saman við Haraldi Haraldsen.
Nevndarlimir í Starvsfelagnum verða valdir fyri trý ár í senn. Nevndin skipar seg á komandi nevndarfundi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald