Lýsing

Stand-up við limum úr Linie 3

27. og 28. apríl næsta ár fara Anders Bircow og Thomas Eje á pall í Norðurlandahúsinum.

2023-05-23 08:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Hvat var tað sum hendi, tá ið tríggir næmingar á sjónleikaraskúlanum í Århus gjørdust ein landaplága, eftir at teir høvdu verið partur av eini danskari sjónvarpssending í 1980?

Henda spurningin kanst tú fáa svaraðan, tá Anders Bircow og Thomas Eje trína á pallin í Norðurlandahúsinum tann 27. og 28. apríl 2024 við sýningini "Her er de 2 andre". Talan er um eina skemti- og tónleikasýning um Linie 3.

Sýningin er ein ærlig sjálvsmynd, ið lítur aftur á farnu tíðina og dyggu undirtøkuna, ið Linie 3 hevur havt tey seinastu 40 árini. Áskoðararnir sleppa at enduruppliva fleiri av hæddarpunktunum, ið hava verið gjøgnum árini og eisini verða nýskrivaðar tvírøður á skránni. Sýningin er eisini ein ærlig og eym frásøgn um alt, ið hendi handan leiktjøldini. Undran, ørkymlan, kreppa, gleði og tár.

Anders Bircow og Thomas Eje siga, at teir síggja fram til at vitja í Føroyum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder