Vinna

Stand-up skemt í Norðurlandahúsinum

Tað verður eitt gott høvi at venja láturvøddarnar 8. september kl. 19.30. Norðurlandahúsið fær nevniliga vitjan av teimum trimum donsku skemtarunum Christian Fuhlendorff, Henriette Thuesen og Valdemar Pustelnik, ið fara at seta øll teirra evni í spæl fyri at fáa føroyingar at flenna.

2022-08-30 09:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Christian Fuhlendorff er seinastu árini vorðin viðurkendur sum ein av størstu skemtarunum í Danmark. Hugaheimur hansara er hugsveimandi, skeivur og kann at byrja við virka óruddiligur. Men so við og við gevur alt meining, tá ið hann samlar mongu træðrirnar og improvisatiónir saman til søgukjarnir við broddi. Seinasta rundferðin hjá Christian Fuhlendorff var við “Det Sjovt” - ein einmanssýning, ið gekk fyri fullum húsi.


Henriette Thuesen er kend fyri sítt sjálvsspeisemi og sínar svøku skemtisøgum úr gerandisdegnum har hon ikki er bangin fyri at avdúka seg sjálva. Hon hevur m.a. verið við í skemtisendingini “Hvor fanden er Herning” á TV2 ZULU.


Valdemar Pustelnik hevur luttikið í DM í stand-up á TV2, Dybvaaaad á TV2 Zulu, Det Feministiske Talkshow á DR K og verið fastur gestur í Zulu Open Mic á TV2 Zulu. Harumframt hevur hann eisini framleitt fýra einmanssýningar. Seinasta sýningin eitur “Dansk, danskere”. Tú kanst eisini uppliva hann sum vert í poddvarparøðini “Den dumme dumme quiz”.


Atgongumerki eru til keyps á nlh.fo (fá pláss eftir).

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder