
Í Suðuroyar bú- og heimatænastu eru færri heimahjálparar, enn í restini av landinum. Nærum 80% av røktarársverkunum í Suðuroyar bú- og heimatænastu eru antin útlærdir heilsuhjálparar ella heilsurøktarar, sí myndina niðanfyri.
Gongdin í samansetingini av røktarstarvsfólkunum í Suðuroynni samanborið við restina av landinum ber brá av, at staðsetingin av heilsuskúlanum í størsta mun er ein fyrimunur fyri útbúgvingarstøðið hjá røktarstarvsfólkinum í Suðuroynni, meðan gongdin vendir skeiva vegin fyri restina av landinum.
Neyðugt er at betra útbúgvingarmøguleikarnar at gerast heilsuhjálpari og heilsurøktari. Sum nú er tykist útbúgvingarstovnurin einans at nøkta tørvin í Suðuroy, men ikki í restina av landinum, har stórt trot er á útbúnum røktarstarvsbólkum.
Býtið millum starvsfólkasløgini innan røktarstarvsfólk (ársverk) í 2024
Les meira í frágreiðing "Kommunubúskapurin og eldraøkið heystið 2025"
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald