Vinna

Spyr um eftirmeting av Málráðnum

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í TingskipaniniSpyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaðurSvarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum

2022-08-22 13:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Evni: Eftirmeting av Málráðnum


Spurningar:
1. Nær er ætlanin hjá landsstýrismanninum at leggja frágreiðing fyri Løgtingið fyri at viðgera virksemið hjá Málráðnum, vísandi til lógina um Málráð og eftirmetingina av Málráðnum frá 18. november 2016?


  1. Verður eftirmetingin av Málráðnum, dagfest 18. november 2016, eisini løgd fyri Løgtingið til viðgerðar?


  1. Um ikki, nær ætlar landsstýrismaðurin so at almannakunngera frágreiðingina?


Viðmerkingar:
Ásett er í lógini um Málráð, sum kom í gildi 1. januar 2013, at landsstýrismaðurin eftir 3 árum skuldi leggja frágreiðing fyri Løgtingið um, hvørt lógin virkar eftir ætlan og kanna, um til ber at áseta reglur um Málráð, Staðarnavnanevnd og Navnanevnd í somu lóg.


Í svari frá landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, dagfest 18. februar 2022, upp á § 52a fyrispurning nr. 52-124/2021 frá undirritaða um eftirmeting av Málráðnum við tí skerda stavraðnum, stendur m.a. at:


”Ein eftirmeting varð gjørd í 2016, sum tó ongantíð varð løgd fram. Eg haldi, at so nógv tíð er fráliðin síðan eftirmetingina, at hon ikki kann standa einsamøll.”


Víðari segði landsstýrismaðurin í svari sínum, at ”Nýtt Málráð tók við í juli 2021 og hevur nú havt eina tíð at finna sær til rættis. Í samráð við nýggja Málráðið fari eg at taka stig til eina frágreiðing um virksemið og taka støðu til, um ein nýggj eftirmeting skal gerast. Í frágreiðingini skal spurningurin, hvørt reglur um Staðarnavnanevndina og Navnanevndina áttu at verið ásettar í lógina um málráð, eisini viðgerast gjøllari.”


Tað er enn ongin frágreiðing og eftirmeting av Málráðnum løgd fyri Løgtingið. Tí verður hesin fyrispurningur settur.


Á Løgtingi, 19. august 2022

Johan Dahl

 

Sambandsflokkurin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder