Tað er ikki langt síðan at felagið Mark og Skálavíkar kommuna skrivaðu undir eina avtalu, um íbúðarbygging í Skálavík.
Søgan er í stuttum hon, at vit vunnu útboðið at byggja íbúðir í Skálavík og síðan tá, hava vit arbeitt við ætlanini, sigur Gordan Rajani, stjóri.
Íbúðirnar skulu byggjast á einum grundøki, sum er 3.730 fermetrar til víddar, og sum er lagt út til íbúðarbygging.
Í morgun klokkan 11.00 var so spakin settur í til verkætlanina, har umboð fyri kommununa og felagið Mark vóru til staðar. Tað verður felagið hjá Finnleif Fagradal, sum kemur at gera planeringsarbeiðið.
Linjohn Christiansen, borgarstjórin í Skálavíkar kommunu, sigur, at uppskotið er stílreint, bygningurin við teimum 20 íbúðunum fellur væl inn í lendið og skemmir á ongan hátt umhvørvið, ið er ein treyt frá kommununi.
Gordon veit ikki enn nær tey fyrstu fólkini kunnu flyta inn, men vit arbeiða so skjótt vit kunnu.
Kelda: Skálavíkar Kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald