Ítróttur

Spældu fult upp við Íslandi í seinna dystinum

Laugardalshøllin var aftur fullsett í dag til manslandsdyst millum Ísland og Føroyar. 2500 áskoðarar sóu eitt heit annað føroyskt lið, í mun til stórtapið í gjár. Bert eitt mál var á muni eftir 60 minuttir. Føroyar taptu 30-29, eftir hálvleiksstøðuna 16-12 til Ísland.

2023-11-04 20:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

HSF skrivar:
Bjarni í Selvindi og Kjartan Johansen, sum ikki vóru við í gjár, byrjaðu inni í dag. Hetta var fyrsti A-landsdystur hjá Bjarna. Føroyska liðið kom tó illa frá byrjan. Fleiri stórir málmøguleikar vóru brendir, tekniskar villur í álopsspælinum og fekk Elias Ellefsen á Skipagøtu ikki tingini at rigga fyrstu løtuna. Føroyska liðið ernaðist tó so líðandi. Hákun West á Teigum kom til fleiri málmøguleikar í dag, í mun til í gjár, tá tað bert bleiv til tað eina málið uppá eina roynd. Hákun skeyt 6 mál í fyrra hálvleiki og trý í seinna. Føroyska verjan stóð eisini betri saman við Nicholas Satchwell í málinum og eftir 19 minuttir vóru tað Føroyar, sum løgdu seg á odda 11-10. Líkt dystinum ígjár, kom tó stígur í álopspælið aftur, og vóru tað íslendingar, sum vóru stinnari seinastu løtuna fyri hálvleik og vunnu teir seg fram um aftur 16-12.
Føroyar vóru betra liðið í seinna hálvleiki. Verjan stóð nú sera væl saman við Nicholas Satchwell í føroyska málinum og vóru tað Føroyar, sum vóru á odda 23-21 um miðjan seinna hálvleik. Dysturin gekk javnt á seinastu 15 minuttirnar og var tað høvuðsmaðurin frá dystinum í gjár, Viktor Hallgrímsson, íslendski málverjin, sum kom inn aftur seinastu 8 minuttirnar og avgjørdi dystin við fleiri bjargingum seinastu løtuna. Dysturin koppaði til Ísland, sum vann við einum.
Sum heild var talan um ein flottan føroyskan dyst, har okkara vístu, at teir kunnu bjóða teimum allarbestu upp til dans. Talan var um eina uppreisn í mun til dystin í gjár, og var hetta ein góður endi á venjignarleguna hesa vikuna.
Næstu dystir hjá Føroyum vera tveir venjingardystir móti Belgia. Hesir verða í Høllini á Hálsi, ávikavist fríggjdagin 5. januar og leygardagin 6. januar.
Málskjúttar hjá Føroyum:
Hákun West av Teigum 9
Elias Ellefsen á Skipagøtu 6(2)
Vilhelm Poulsen 4
Leivur Mortensen 3
Rói Berg Hansen 2
Bjarni í Selvindi 2
Teis Horn Rasmussen 2
Óli Mittún 1
Málverjar:
Nicholas 10 bjargingar
Dystargongdin Ísland – Føroyar
5 min. 4-2
10 min. 7-3
15 min. 9-7
20 min. 11-11
25 min. 14-11
30 min. 16-12
35 min. 17-16
40 min. 20-19
45. min. 21-23
50 min. 24-24
55 min. 26-26
60 min. 30-29

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder