Vinna

Spælandi list mentar børn 

Hugskot, dansur og kenslur fuku runt í Norðurlandahúsinum mánadagin 5. september 2022, tá ið átta føroysk listafólk saman vóru farin á rannsóknarferð inn í SpæliListaheimin. 

2022-09-08 13:47 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


SpæliList er føroyska útgávan av donsku verkætlanini “LegeKunst”, sum hevur tilendamáls at skapa samband millum børn í dagstovnum, námsfrøðingar, granskarar, lesandi, undirvísarar og listafólk. Gjøgnum SpæliList samskapa listafólk, børn og námsfrøðingar í felag eitt granskandi spæl, har børnini kunnu gerast klókari uppá, hvørji tey eru, uppá hvønn annan og uppá verðina, sum tey liva í.  


Tað er Norðurlandahúsið í Føroyum, sum í samstarvi við Tórshavnar Kommunu og menningarstøðina fyri barna- og ungdómsmentan, “Kulturprinsen”, ið standa aftanfyri verkætlanina. Í Danmark eru 22 kommunar við í hesi royndarverkætlan, og nú er Tórshavnar Kommunu so eisini komin við. 


Komandi 2-3 mánaðarnir fara tey áttu listafólkini, ið eru komin við á hesa spennandi, mennandi ferð, út at vitja átta dagstovnar í Tórshavnar Kommunu við jøvnum millumbilum. Hvat ið kemur burturúr, vita vit ikki, men tað er ei heldur tað, sum hevur størstan týdning. Tað er tilgondin, tað sum luttakararnir uppliva og gerast klókari uppá sum menniskju, ið er í miðdeplinum. 


Listafólkini, sum luttaka í SpæliList fram til jóla eru: Bárður Dahl Christiansen, Edith Mørkøre, James Goodwin, Vár Berghamar Jacobsen, Diana Hansen, Jasmin Mote, Gutti Winther, Ári Berghamar Danielsen 


Vit ynskja øllum luttakarum í SpæliList eina góða rannsóknarferð. 

-Projektleiðara Helle Thede Johansen 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder