2025-02-25 15:34

Kom og uppliv eina hugnaliga og tónaríka konsert, tá Musikkskúlin í Vágum bjóðar til Musikkskúla Kafé mikukvøldið 26. februar kl. 19.30 í Listastovuni!
Á skránni eru framførslur frá trimum bólkum:
- Fade Inn
- Jazzraficks
- No Name
Umframt tónleik verða eisini kaffi, te og okkurt søtt til keyps.
Tryggja tær pláss! Atgongumerki fáast í forsølu á www.atgongumerki.fo.
Musikkskúla Kafein er ein partur av Spæl Føroyskt vikuni og samstundis eitt stuðulstiltakið til næmingaferðina til Italia seinni í ár. Kom og stuðla næmingunum, meðan tú hoyrir livandi tónleik og gott selskab!
Vit síggjast í Listastovuni!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald