![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd.
Endamálið við Barnaverndartænastuni er at tryggja, at børn, sum vaksa upp undir viðurskiftum, ið kunnu skaða heilsu teirra og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan rættstundis, og harvið at hjálpa til ein tryggan uppvøkstur.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðið fevnir um málsviðgerð av barnaverndarmálum.
Hetta snýr seg m.a. um:
- At hava samrøður við børn og foreldur
- At fara á heimavitjanir
- At stuðla og ráðgeva børnum og familjum teirra
- At seta neyðugar fyriskipanir í verk
- At skipa fyri tvørfakligum samstarvi við samstarvspartnarar hjá Barnaverndartænastuni
- At fyrireika mál og tryggja barnaverndarnevndini fakliga væl undirbygd tilmæli
- At gera tilmæli til Føroya Kærustovn
- At vera SSP-økissamskipari
Somuleiðis skal tann, sum sett/ur verður, vera við í vaktarskipanini hjá Barnaverndartænastuni.
Vit leita eftir starvsfelaga, ið:
- Er ábyrgdarfull/ur, miðvís/ur og kann arbeiða sjálvstøðugt
- Dugur at arbeiða í toymi og at arbeiða sjálvstøðugt
- Hevur góð evni at samstarva og samskifta
- Megnar at seta seg inn í støðuna hjá familjum og hjálpa teimum út frá hesum
- Dugir væl at orða seg, bæði í skrift og talu
- Dugir væl at leggja til rættis, samskipa og hava yvirlit
- Tolir at arbeiða undir trýsti
Førleikakrøv
- Útbúgving sum sosialráðgevi
- Royndir innan almenna fyrisiting kann vera ein fyrimunur
- Royndir við 360 journalskipan kann vera ein fyrimunur
Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið er at fulla tíð, 39 tímar um vikuna, men serstøk avtala verður gjørd um ynski er at arbeiða niðursetta tíð.
Starvsstaðurin er á kommunuskrivstovuni hjá Vága kommunu í Sandavági, men verður fluttur til Miðvágs várið/summarið 2025.
Løn- og setanarviðurskifti
Løn og setanarviðurskifti eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Barnaverndartænastan skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Umsókn:
Umsókn saman við prógvum, CV og revsiváttan skal vera Barnaverndartænastuni í hendi í seinasta lagi hósdagin 27. februar 2025 og skal sendast í telduposti til [email protected] ella sum bræv til
Barnaverndartænastan í Vágum
Hammershaimbsvegur 1
360 Sandavágur
Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar eru, skilar Barnaverndartænastan sær rætt til at søkja av nýggjum.
Nærri upplýsingar
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jenny Petersen, leiðara fyri Barnaverndartænastuna í Vágum á telefon 794431 ella umvegis teldupost á [email protected].
Sørvágs og Vága kommunur reka felags barnaverndartænastu sambært lóg um barnavernd. Barnaverndatænastan í Vágum er normerað til ein leiðara, tveir sosialráðgevar/málsviðgerar, ein familjuráðgeva og ein skrivara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald