Lýsing

Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í Vágum

-

2022-04-02 07:32 Author image
-
placeholder

Barnaverndartænastan í Vágum søkir eftir sosialráðgeva at byrja 1. juni 2022, ella skjótast til ber. Talan er um fulltíðarstarv.


Arbeiðsuppgávur

Arbeiðið fevnir um málsviðgerð av barnaverndarmálum. Hetta snýr seg m.a. um samrøður við børn og foreldur - heimavitjanir - at stuðla og ráðgeva børnum og familjum teirra - at seta neyðugar fyriskipanir í verk - skipa fyri tvørfakligum samstarvi við samstarvspartnarar hjá Barnaverndartænastuni, og gera tilmæli til ávikavist barnaverndarnevndina og høvuðsbarnaverndarnevndina. Somuleiðis skal tann, sum settur verður, kunna vera við í vaktarskipanini hjá Barnaverndartænastuni.

 

Vit kunnu bjóða
Vit kunnu bjóða eitt spennandi og avbjóðandi starv, saman við góðum starvsfeløgum. Tað eru møguleikar fyri bæði fakligari og persónligari menning, har uppgávurnar eru nógvar og ymiskar.


Vit leita eftir starvsfelaga, ið

  • er útbúgvin sosialráðgevi
  • er ábyrgdarfull/ur, miðvís/ur og kann arbeiða sjálvstøðugt
  • hevur góð samskiftis- og samstarvsevnir
  • megnar at seta seg inn í støðuna hjá familjum og hjálpa teimum út frá hesum
  • dugir væl at orða seg, bæði í skrift og talu
  • dugir væl at leggja til rættis, samskipa og hava yvirlit
  • tolir at arbeiða undir trýsti


Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd og er uppgávan at tryggja børnum, ið liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, neyðuga hjálp og umsorgan.


Løn og setanarviðurskifti

Løn og setanarviðurskifti eru eftir sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið. Starvsstaðurin er á kommunuskrivstovuni hjá Vága kommunu í Sandavági.


Nærri upplýsingar

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Karin Joensen, leiðara fyri Barnaverndartænastuna á telefon 794434.


Umsókn:

Umsókn saman við prógvum og CV skal vera Barnaverndartænastuni í hendi, í seinasta lagi týsdagin 19. apríl 2022 kl. 12.00, og skal sendast í telduposti til [email protected] ella til sum bræv til Barnaverndartænastan í Vágum, Hammershaimbsvegur 1, FO- 360 Sandavágur.


Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar eru, skilar Barnaverndartænastan sær rætt til at søkja av nýggjum.


Sørvágs og Vága kommunur reka felags barnaverndartænastu sambært lóg um barnavernd. Barnaverndarumsitingin er skipað sum sjálvstøðug eind við leiðara, ið hevur ábyrgd av fakligu, starvsfólkligu og umsitingarligu leiðsluni. Barnaverndartænastan hevur starvsstað í Vága kommunu

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder