Veðrið

Sørvingar verja Pálsoyruna fyri sjógangi

Sørvingar hava seinnapartin og í kvøld arbeitt við at tryggja Pálsoyruna fyri sjógangi.

2022-02-08 22:28 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað var ógvusligur sjógangur í Sørvági um middagsleitið í dag.

Talan var um skrið um 20 m/s, og ættin var vestan. Aldumátarin hjá Landsverki segði omanfyri 14 metrar aldu vestanfyri, samstundis var tað flóð.

Beint eftir midnátt verður aftur full flóð, og vindurin er umleið tann sami, sum hann var á middegi, og er ættin enn vestan. Aldumátarin hjá Landsverki sigur í løtuni beint undir 12 metrar høgari aldu vestanfyri. 

So beint eftir midnátt er møguleiki fyri ógvusligum sjógangi aftur í Sørvági, men sum myndirnar vísa hava sørvingar nú roynt at tryggjað Pálsoyruna.

Sí eisini: 

Filmsbrot: Válandi Heim

Filmsbrit: Rennisjógvur í Sørvági

Veðrið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder