Mentan

Sørvágur: Nýggja spæliplássið tikið í nýtslu í gjár

.

2024-10-17 09:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Tað var sannur hátíðardámur í skúlanum í dag, tá nýggja spæliplássið varð tikið í nýtslu.

At fáa eitt spæipláss í skúlanum hevur leingi verið eitt ynski, og longu í áttatiárunum vóru røddir frammi um at fáa okkurt til børnini.
Í dag upprann so dagurin tá hetta gjørdist veruleiki. Børnini vóru sum vera man, bæði spent og glað fyri hetta nýbrot. Byrjað varð við morgunsangi og so bar borgarstjórin, Eyð Ellingsgaard, fram nøkur orð.
Eftir hetta fekk formaðurin í trivnaðarnevndini, Jóhan Mikkelsen, orðið. Hann greiddi frá tilgongdini í málinum, og til nú tá úrslitið gjørdist veruleiki.
Skúlastjórin, Dania Niclasen, helt síðani eina røðu, sum sæst her niðanfyri.

- - - - -

Røðan hjá Daniu Niclasen:

Góðan morgun øll somul.

Vit eru í dag savnaði, tí vit fara at hátíðarhalda løtuna, har okkara nýggja spælipláss verður vígt.

Tað eru helst fleiri av tykkum, børnum sum vaksin, sum hava glett tykkum til hetta. Hetta spælipláss hevur verið tosað um í fleiri ár, ja onkurt helt, at man byrjaði at tosa um, at fáa eitt spælipláss í Sørvágs skúla fyri meira enn 40 árum síðani.

Tískil kann eg loyva mær at siga, at hetta spælipláss hevur verið ett stórt ynski og ein dreymur fyri okkara felagsskap og trivna, og í dag er tað veruleiki.

Tað er her, at børnini og nokk eisini onkur vaksin, fara at samlast til spæl og hugna, og fyri onkran verður tað her, at møguliga onkur lívs minnir verða myndað.

Ein stór tøkk til Sørvágs kommunu, sum hevur gjørt hetta veruligt fyri okkum. Uttan tykkara arbeiði og íkast, hevði spæliplássið ikki staðið her nú.

Frá at tosa, planleggja og klárgera til at sniggeva fyrisíðani at síggja tað beint frammanfyri okkum nú, hevur sum áður nevnt tikið tíð.

Hetta spælipláss er meira ein reiggjur, russjibani og parkur, hetta er ein íløga í okkara felagsskap, har vit børn sum vaksin kunnu skapa og fara at skapa relatiónir til hvønn annan.

Tað er her, at børnini millum annað fara at læra, at taka avgerðir og møguliga arbeiða saman og uppliva at detta og fáa ilt, men síðani at reisa seg uppaftur, sum jú er ein stórur partur av lívinum, tá mótgongdin rakar okkum.

Tað er her, at hugflogið kann reika frítt og tað er her, at tit kunnu spæla saman í einum tryggum umhvørvi.
So latið okkum tí hátíðarhalda, at skúlin hevur fingið eitt spælipláss, sum børnini og barnsligarsálir kunnu njóta. Eitt stað, har ein kann finna gleði, vinsemi og reika runt. Má hetta spælipláss tí, eggja til nógva gleði, felagsskap og látur fyri okkum øll.

Latið okkum tí klippa bandið og geva okkara nyggja spæliplássi eina frálíka byrjan. Takk til tykkum øll somul, sum vóru við til hesa hátíðarløtu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder