Nú er komið væl áleiðis við vegarbeiðinum í miðbygdini, og seinasti parturin sum er at leggja sjálvt asfaltið á, verður gjørt í morgin. Hetta inniber, at strekkið frá Blindtarminun og oman til innkoyringina í Kedron verður so mikið nógv tarnað av arbeiðinum, at frárátt verður at koyra tann vegin.
Handilslívið í bygdini steðgar tó ikki, og tey sum hava ørindir í PE og í Løðuhandlinum kunnu seta bilin við kommunuskrivstovuna ella við dansistovuna. Tey, sum skulu út á Bakka, verða biðin um at fara eftir Garðsvegnum, gjøgnum Geilina, og oman á Niðaraveg.
Arbeiðið byrjar í morgin, leygardagin 2. desember, kl. 08:30 og heldur fram til arbeiði er liðugt.
Væntandi verður koyrandi eftir kl. 17:00.
Vinna
Sørvágur: Asfaltering í bygdini
Nú er komið væl áleiðis við vegarbeiðinum í miðbygdini, og seinasti parturin sum er at leggja sjálvt asfaltið á, verður gjørt í morgin.
2023-12-02 07:14
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald