Vinna

Sørvágs kommuna: Ítrótturin á breddan

Á bygdaráðsfundi varð fíggjarætlanin fyri 2023 samtykt. Inntøkurnar fyri 2023 verða væntandi 73.967.000 kr. Hetta er samstundis hægst metta inntøka í kommununi nakrantíð.

2022-11-28 19:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Skúlin
Komandi ár er ætlanin at gera íløgur fyri 20,7 milliónir krónur. Størsti parturin fer hesaferð til skúlan. Tekjan á fimleikarhøllini, sum er uml .800 fermetrar, skal skiftast, og glaspartíið millum høllina og skúlan skal dagførast. Aðrar dagføringar av høllini og ljósinum eru eisini á skrá.

Ítrótturin
Leingi hava ítróttaráhugað og onnur ynskt eina ítróttarhøll í bygdini, og nú er so loksins peningur settur av til projektering og lendisarbeiðið. Staðseting verður á Norðistovutrøðni, har mett verður at høllin hevur bestu staðseting. Góðar fimm milliónur eru settar av til hesa íløgu.

Dungasandur
Krøvini fyri fótbóltin vaksa alsamt, og skulu vit vera við millum tey bestu, krevjast eisini bestu umstøður. 07 Vestur eru við í fremstu røð bæði hjá kvinnum og monnum, og tí fer Sørvágs kommuna at dagføra ítróttarøkið. Yvirdekkað skýlið verður sett upp fram við Stórá, og hetta arbeiði byrjar í næstum.

Kloakk-arbeiði
Kommunan heldur áfram við verandi kloakk arbeiði. Nógvar av kloakkunum eru gamlar og lagdar av bretum undir seinna kríggið. Kommunan er í ferð við at skráseta gomlu steinrennurnar. Hetta arbeiði er tó komið væl áleiðis, og samanumtikið eru kloakkirnar í kommununi í góðum standi. Tó er neyðugt við áhaldandi dagføring á økinum.

Niðarivegur
Garðurin, sum bretar so vakurt steinsettu á Niðaravegi, er raðfestur komandi ár.
Í 2009 gjørdi Menta-, og umhvørvismálaráðið eitt undantak, tá tað kom til fornminnir.
Vanliga reglan, at 100 ár skuldu verða farin til at friðað eitt fornminni blivu undantikin av krígsminnum. Komandi ár eru settir pengar av til at bøta um 80 ára gamla garðin, sum er byrjaður at farast.

Asfaltering og vegarbeiði
Asfaltering og dagføring av vegakervinum er neyðug, men eisini kostaðarmikil íløga hjá kommununi. Komandi ár hava vit sett enn meira pening av til hetta arbeiði, og Varðagøta verður fyrst og fremst raðfest.

Vinnuøkið
Vinnuøkið veksur alsamt, og er í seinastuni økt við 44.000 fermetrum, harav tjóðarflogfelagið, Atlantic Airways, fer við fyrstu 4.000 m2, sum er planerað til tyrlusimulatorin, sum verður tann mest framkomni í heiminum. Vit eru errin av at bjóða hesa tænastu í kommununi.

Gøtur og ljósføring
Sørvágs kommuna arbeiður framhaldandi við at binda býlingar saman, við gøtum og ljósføring, so borgarar kunnu ferðast trygt.

Skattaprosentið
Skattaprosentið verður óbroytt á 21 prosentum, meðan barnafrádrátturin hækkar úr 6.000 kr. upp í 6.500 kr.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder