Politikkur

Sørvágs kommuna hevur skipað seg

Nývalda býgdaráðið í Sørvágs kommunu, hevur á fundi í gjár skipað seg við Eyð Ellingsgaard sum borgarstjóra og Jón Joensen sum varaborgarstjóra.

2024-11-20 08:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Borgarstjóri er framvegis Eyð Ellingsgaard sum hevði eitt gott val, og varaborgarstjóri er Jón Joensen, sum eisini hevði stóra framgongd í atkvøðum. Nývalda býgdarráðið samtykti einmælt at velja tey bæði.

Tær føstu nevndirnar eru ikki mannaðar enn, men hetta verður kunngjørt so skjótt tær eru valdar.

Tey, ið manna bygdaráðið í Sørvágs kommunu komandi setuna eru:

Av Borgaralista A:
Eyð Ellingsgaard
Jón Joensen
Helena Heðinsdóttir Guttesen
Tóki Joensen
Hans Kári Hansen
Elias Davidsen

Av Borgaralista B:
Hugin Skaalum

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder