Vinna

Sørvágs Kommuna: Adela Jacobsen 100 ár

.

Mynd. Ann-Mari

Mynd. Ann-Mari

2025-03-06 21:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Føðingardagsheilsan

Tað er ein serstakur heiður fyri meg, sum borgarstjóri í Sørvágs kommunu og forkvinna í stýrinum fyri Vesturvón, at fáa høvi til at bera eina heilsu fram eina slíka løtu, sum hesa.

At verða eitt hundrað ár er ikki hvørjum manni beskorið!

"Halvfjerdsindstyve er støvets år
de stolteste strid og møje
om firsindstyve en kæmpe når
det mere han har at døje."

Soleiðis skrivaði danski presturin Grundtvig í einum sálmi í 1864.

Og hvør hugsaði tað, tá tú, Adela, sást dagsins ljós í Gásadali fyri eitt hundrað árum síðani, at tær skuldi unnast, fram um so mong onnur, at slíta slikan aldur?

Og mangt umbroytist á mansins ævi, verður sagt. Tí, um menniskjalívið ikki er meira enn “sum ein roykur í stilli man standa” sum Alex Bærendsen syngur, so er hundrað ár tó so mikið, at nógv er broytt hjá okkum her í Føroyum, ta tíðina.

Og ikki minst tá vit hugsa um, at tú, sum næstyngst av 9 systkjum í Norðaru Tøðu, sleit tínar barnaskógvar í Gásadali. Og hóast Gásadalur, tá tú vart fødd, var væl størri enn hann er í dag, við einum barnatali, sum bar ein skúla, har t.d. Mikkjal á Ryggi starvaðist, so var tann samleikin í 1925 nær knýttur at gamla bóndasamfelagnum enn árstalið bar boð um. Bygdin lá avskorin frá umheiminum, ongin trappa var gjørd í Reyðu Stíggj, og bygdagøtan, sum snaraði seg niðan um Skarðið, var álitið. Konurnar gingu til neyta, tað beljaði í hvørjum kjallara, og lítla bygdin lá myrk og krøkti seg í svørðin, meðan vetrarstormanir herjaðu dalin.

Og søgur vórðu sagdar, sum hóskaðu til tey longu, myrku vetrarkvøldini.  

Og hóast fyrsti bilurin kom til Føroyar um sama mundið, sum tú vart fødd, vóru ongin útlit tá fyri, at Gásadalur nakrantíð skuldi fáa vitjan av slíkum ódjórum, sum fluttu seg so skjótt, at sálin ikki fylgdi við. Og enn minni, at teir skuldu koyra tvørtur ígjøgnum tað fjallið, sum í veldigu megi síni gjøgnum øll árini, hevði kravt manga spreingigonguna av gásadalsfólki, tá á stóð. Og berbakaður fór maður at kalla ongantíð um fjallið.

Men úti í heimi gekk alt sína gongd. Millumkrígstíðin tók at líða, og teir hóttandi skýbøklanir lótu kenna úr sær og seinna kríggi byrjaði. Men tú og Gásadalur vóru langt burtur frá heimsins larmi. Tí hvørgin tykkara hevði týdning í teimum stórpolitisku leikum, sum tá vóru fluttir.

Men Dalurin byrjaði so smátt at kennast heldur trongur.

So tú brúkti bygdargøtuna um Gásadalsbrekkuna og inn til Sørvágs. Sum ung genta flutti tú oman til Sørvágs at arbeiða. Og har møtti tú Mattiasi. Tit giftust og búsettust úti í Geilini. Og tú skifti frá at vera Gásadalsfólk til at verða sørvingur, um ikki innast inni, so til gerandis. Men gott var lagt í beini uppi í Dalinum. Tú hevði kúgv, sum vanligt var tá, og sagt er, at tú og systirin, Anna, vóru tær seinastu, sum høvdu kúgv í Sørvági. Og tú allarseinast. Og hon stóð í kjallaranum, sum vanligt var.

Og tú dugdi tíni ting. Tú hjálpti til í húsmøðafelagnum, vart kókikona, bakaði og var kokkur til brúdleyp og veitslur.

Børnini vóru tvey, Herfríð og Atli. Og ommubørn, langommubørn og enntá oldurommubørn løgdust afturat.

Og eisini tað hevði tann nýggja tíðinn við sær, at vit nú sita her, á Sýnuni, har tú nú hevur heima.

Og her vil eg at enda, saman við øllum tínum, ynskja tær hjartaliga til lukku við einari snøgari øld!

Takk fyri.  

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder