2022-03-02 10:14
Í samband við føstuguðstænastuna í kvøld 02.03, verður bøn fyri Ukraina í Sørvágs kirkju.
Vit byrja kl. 19.30, har fólk hava høvið til at skriva bønir fyri Ukraina, sum verða lisnar upp í kirkjuni. Urgan spælir meðan vit skriva, og ein løta í kvirru og bøn verður eisini. Kl. 20.00 verður føstuguðstænastan. Aftaná guðstænastuna verður drekkamuður í kirkjuhúsinum.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Sørvágs kirkja
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald