Í 2022 kom annað plátan hjá Søren “Den Stærke Sol”. Við henni markeraði hann seg trykt og sterkt tónlistarliga við sangum frá veruleikanum, fortalt við eini rødd, sum um somu tíð er einføld og skaldslig.
Útgávan “Den Stærke Sol” inniheldur 10 sangir, harav nakrir eru skrivaðir í Føroyum, nakrir í samstarvi við Teiti ognakrir úr heimliga glugganum hjá Søren.
“Vit eru øll ymisk, og tað er í lagi. Tann viðurkenningin fyllir nógv í tekstunum á hesi útgávuni. Tónlistarliga lýsir útgávan at eg havi góðtikið og viðurkent mína egnu listarligu áskoðan. Har eg áður havi verið leitandi, meira artsy og dyrkað eitt alter ego, so er hendan útgáva afturlítandi til handverkið, til gittarin, tað sum eg eri góður til og glaður fyri”.
Síðuleypandi við útgávurnar hevur Søren spælt eitt ótal av konsertum, bæði sum solistur og hita upp fyri Søren Huus og okkara egnu Brimheim, har hann eisini er fasti gittarspælarin í bólkinum.
Hesa vikuna er Søren á turné í Føroyum við bólki, og leygarkvøldið 22. juli er konsert við Søren Manscher í Listastovuni. Við sær á pall hevur hann Torleik Mortensen á bass og vokal, og Hjørtur Háberg á trummur og vokal.
LYON kemur at hita upp fyri Søren Manscher.
Lyon býr í Sandavági, men er føddur og uppvaksin í Gøtugjógv við eini kirkju, eini samkomu, einum banka og havinum sum grannar.
Tónleikurin ber brá av onkrum fjarum, men kortini kendum. Ein prædika, sum tú ikki hoyrir, men merkir. Gamal sum havið, sterkur sum vindurin ið blæsur gjøgnum bygdina og far kirkjuklokkurnar at ringja við søgum um sorg og gleði, vanlukku og ró, har sannleiki verður lygn og umvent.
Har er eitt afturljóð sum kennist fjart, tó kent um somu tíð. Stundum følir tú, sum tú hyggur at egnari spegilsmynd, aðrar tíðir at tú hyggur í eina krystallkúlu, alt um somu tíð, tað er sum at murra tónleikin til eina uppliving tú ikki er vísur í at hava havt enn.
Tónleikurin hjá LYON sambindir alt saman og tað gevur fullkomna meining.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald