Vinna

Sølan minkað nógv 1. ársfjórðing

Søla av 'mati og alkoholiskum drykkivørum' og 'húsbúnaði og húsarhaldsútgerð' er minkað meira, meðan sølan av 'klæðum og fótbúnaði' ikki er minkað eins nógv í mun til undanfarin ár.

2022-06-27 11:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Søla í virði og umroknað til mongdir fyri smásølu av trimum vørubólkum er gjørd upp fyri 1. ársfjórðing í 2022. Tølini eru býtt í vørubólkarnar 'matur og alkoholfríar drykkjuvørur', 'klæðir og fótbúnaður' og 'húsbúnaður og húsarhaldsútgerð'.

Tað, ið vanliga eyðmerkir 1. ársfjórðing, er, at sølan fellur samborið við 4. ársfjórðing árið fyri. Meðan 4. ársfjórðingur serliga er merktur av jólasølu, so er sølan 1. ársfjórðing vanliga meira soltin. 1. ársfjórðingur 2022 var onki undantak.

Sølan av mati og alkoholfríum drykkjuvørum lækkaði 14%

Fyri matvørur og alkoholfríar drykkjuvørur var sølan 14% lægri í 1. ársfjórðingi í 2022 samanborið við 4. ársfjórðing í 2021. Í miðal hevur minkingin verið 10% frá 2017 til 2021 frá 4. ársfjórðingi til 1. ársfjórðing. Sostatt er sølan av matvørum og alkoholfríum drykkjuvørum minkað meira frá 4. ársfjórðingi í 2021 til 1. ársfjórðing enn í miðal hesar ársfjórðingarnar frá 2017 til 2021.

Frá 1. ársfjórðingi í 2021 til 1. ársfjórðing í 2022 er sølan lækkað 8%. Hetta sama tíðarskeið hækkaði prísurin 3%.



Sølan av klæðum og fótbúnaði lækkaði 25%

Hóast sølan av klæðum og fótbúnaði var 25% lægri frá 4. ársfjórðingi 2021 til 1. ársfjórðing 2022, so er minkingin ikki eins stór og undanfarin ár frá 2017 til 2021, tá miðal minkingin frá 4. ársfjórðingi til 1. ársfjórðing árið eftir hevur verið 40%.

Frá 1. ársfjórðing í 2021 til 1. ársfjórðing í 2022 er sølan lækkað 1%. Hetta sama tíðarskeið hækkaði prísurin 4%.



Sølan av húsbúnaði og húsarhaldsútgerð lækkaði 32%

Fyri húsbúnað og húsarhaldsútgerð var sølan 32% lægri frá 4. ársfjórðingi 2021 til 1. ársfjórðing 2022. Minkingin er nakað størri enn undanfarin ár frá 2017 til 2021, tá miðal minkingin frá 4. ársfjórðingi til 1. ársfjórðing árið eftir hevur verið 25%.

Frá 1. ársfjórðing í 2021 til 1. ársfjórðing í 2022 er sølan lækkað 15%. Hetta sama tíðarskeið hækkaði prísurin 5%.

 prísir): 135,6 ​


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder