Sølan í virði og umroknað til mongdir fyri smásølu av trimum vørubólkum er gjørd upp fyri 4. ársfjórðing í fjør. Tølini eru býtt á vørubólkarnar 'matur og drykkjuvørur', 'klædnavørur og fótbúnaður' og 'húsbúnaður og húsarhaldsútgerð'.
Frá november 2021 til november í fjør var prísvøksturin 10,1%. Hetta er størsti árligi prísvøkstur í nógv ár, og eins og fyri 3. ársfjórðing í 2022, so ávirkaði hetta eisini søluna fyri 4. ársfjórðing í fjør.
Prísir á 'mati og drykkjuvørum' hækkaðu 13% frá 4. ársfjórðingi í 2021 til 4. ársfjórðing í fjør. Verður sølan gjørd upp í ársins prísum, var hon 4% hægri hetta tíðarskeiðið. Draga vit prísvøksturin frá, so fæst virðið á mongdini av seldum vørum, kallað 'sølan máld í føstum prísum'. Sølan máld í føstum prísum á 'mati og drykkjuvørum' var 8% lægri hetta tíðarskeiðið. Hetta vil siga, at hóast virðið á søluni er hækkað frá 4. ársfjórðingi 2021 til til 4. ársfjórðing 2022, so er mongdin av seldum vørum lækkað 8%.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald