Vinna

Sølan av klæðum og fótbúnaði vaks 29 prosent

Sølan av klæðum og fótbúnaði vaks 29% frá 3. til 4. ársfjórðing 2021. Hóast sølan eins og vanligt hækkar frá 3. til 4. ársfjórðing, so vísir uppgerðin av smásølu fyri 4. ársfjórðing 2021 m.a., at sølan innan allar vørubólkarnar er lækkað frá 4. ársfjórðingi 2020 til 4. ársfjórðing 2021.

2022-03-30 15:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hagstovan.fo:

Søla í virði og umroknað til mongdir fyri smásølu av trimum vørubólkum er gjørdur upp fyri 4. ársfjórðing í 2021. Tølini eru býtt í vørubólkarnar 'matur og alkoholfríar drykkjuvørur', 'klædnavørur og fótbúnaður' og 'húsbúnaður og húsarhaldsútgerð'.

Seinastu árini hevur verið vanligt at sæð søluna hækka, tá samanborið verður frá ári til ár, men fyri allar tríggjar vørubólkarnar er sølan lækkað frá 4. ársfjórðingi 2020 til 4. ársfjórðing 2021. Orsøkin er nokk tann, at korona hevði við sær, at møguleikarnir at ferðast uttanlands 4. ársfjórðing 2020 vóru sera skerdir. Skerdu møguleikarnir at keypa uttanlands høvdu so aftur við sær, at innanlands sølan vaks 4. ársfjórðing í 2020 í mun til somu tíðarskeið undanfarin ár. Sum árið í fjør leið, vóru nógvar koronuavmarkingar linkaðar, og tí kann hetta aftur hava ávirkað, hvar føroyingar hava valt at brúka pengarnar.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder