
Starvið:
Koyra maskinur í sambandi við ymisk jørð, lendis- og leiðingsarbeiði, kavagrevstur, viðlíkahald av maskinum og annað fyrifallandi arbeiði hjá kommununi.
Førleikar:
Vit vænta av tær, at tú:
- hevur førleika at koyra stórar maskinur
- ert røkin og vísur arbeiðssemi
- kann arbeiða sjálvstøðugt, og í einum toymi
- til tíðir hevur møguleika fyri at arbeiða skiftandi arbeiðstíðir
Tað er ein fyrimunur um tú ert smiðjur ella mekanikari, men hetta er ikki eitt krav.
Løn og setanarviðurskifti
Talan er um fulltíðarstarv sum er fastlønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag ella KAF og Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna. Setanarstaðurin er Vága kommuna og tann setti má tola at broytingar koma fyri í starvinum.
Starvið verður sett skjótast gjørligt, men Vága kommuna bíðar fegin eftir rætta umsøkjaranum.
Umsókn og nærri upplýsingar
Umsókn saman við prógvum, lívsgongdarlýsing og møguligum viðmælum, skal sendast við telduposti til [email protected] ella við vanligum posti til:
Vága kommuna
Hammershaimbsvegur 1
360 Sandavágur
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 1. august 2022 kl. 12.00.
Ynskir tú meira kunning um starvið, kanst tú seta teg í samband við Ragnar á Presttrøðni, arbeiðsformann, við at ringja á tlf.: +298 794555 ella á teldupost: [email protected].
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald