Um okkum
Sóljugarður er dagstovnur hjá Vága kommunu, sum liggur í Sandavági. Í Sóljugarði ganga 70 børn.
Arbeiðsuppgávur:
- Matgera miðmála til børnini, mánadag til fríggjadag
- Matgera breyð við viðskera eina ferð um vikuna
- Standa fyri innkeypi av mati
- Halda køkin, reingerð, v.m
- Matgera við serlig høvir
Vit vænta av tær, at tú:
- Hevur góð samstarvsevnir og kann arbeiða sjálvstøðugt
- Setir teg inn í okkara kostpolitikk og arbeiðir út frá hesum
- Fleksibul og tolir broytingar
- Røkin og vísir arbeiðssemi
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Umsókn saman við prógvum, lívsgongdarlýsing, revsiváttan og møguligum viðmælum, skal sendast við telduposti til [email protected] ella í brævi til Vága kommuna, Hammershaimbsvegur 1, 360 Sandavágur. Viðmerk “køksfólk” í teldupostinum ella á brævinum.
Umsóknarfreistin er týsdagin 24 oktober, kl. 12.00.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Evu Klein, virkandi leiðara, á tlf. 794456.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald