Mentan

Søguligur sunnudagur Úti á Gjógv

2. apríl verður søguligur sunnudagur Úti á Gjógv í Sandavági.

2023-03-26 17:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Tá verður útvarpsjournalisturin Gunnar Nolsøe vertur fyri tiltaki um pakkhúsið Úti á Gjógv. Luttakarar vera Jóan Pauli Joensen, ið fer at tosa um fólkalívið í klippfiskatíðini, Lydia Berg, ið fer at greiða frá egnum royndum at arbeiða í fiski í Sandavági og Astrid Andreassen, ið fer at greiða frá um fiskatekningarnar, ið prýða hølini Úti á Gjógv.
Tiltakið verður kl. 15
Øll eru vælkomin!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder