Ítróttur

Søguligt val

Anja Rein, Heri á Rógvi og Maria Jóhannusardóttir Joensen vórðu vald í starvsnevndina hjá Fótbóltssambandi Føroya, tá árligi aðalfundurin hjá FSF varð hildin á Tórsvølli leygardagin

Maria Jóhannusardóttir Joensen, Anja Rein og Heri á Rógvi vórðu vald í starvsnevndina hjá Fótbóltssambandi Føroya á aðalfundinum leygardagin - Mynd: Hans Erik Danielsen

Maria Jóhannusardóttir Joensen, Anja Rein og Heri á Rógvi vórðu vald í starvsnevndina hjá Fótbóltssambandi Føroya á aðalfundinum leygardagin - Mynd: Hans Erik Danielsen

2023-02-19 10:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Talan gjørdist um eitt søguligt val, tá val til starvsnevndina hjá Fótbóltssambandi Føroya var á skránni á árliga aðalfundinum seinnapartin leygardagin.

Níggju fólk stillaðu upp til teir tríggjar sessirnar, ið skuldu mannast, og tá avtornaði, vórðu Anja Rein, Heri á Rógvi og Maria Jóhannusardóttir Joensen vald.

Tað merkir, at fyri fyrstu ferð, síðan felagsskapurin varð settur á stovn í 1979, eru tvær kvinnur í starvsnevndini, sum nú telur sjey fólk.

Starvsnevndin hjá FSF er nú mannað soleiðis: Christian Andreasen, forseti, Róin Schrøter, varaforseti, Rúni Herup Olsen, Fríðin Ziskason, Anja Rein, Heri á Rógvi og Maria Jóhannusardóttir Joensen.

Sí fleiri myndir her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder