 
 Ílegugrunnur
Í 2002 og í 2004 skipaði FFR fyri sátøku av nøkrum føroyskum greðingum. Í 2024 helt arbeiði fram og vaksið var um ílegugrunnin við niðurfrystum rossasáði. Í 2025 er sáð tikið frá øllum livandi greðingum og fryst. Í alt er sáð tikið av 25 føroyskum greðingum hesi bæði árini. Tann yngsti er 3 ára gamli Frami.
Samstarv og stuðul
Hetta arbeiðið hevði ikki verið gjørligt uttan gott samstarv og fíggjarligan stuðul frá fleiri pørtum. Vit vilja hervið takka:
- Tullis Matson og Stallion AI Services fyri tætt og gott samstarv gjøgnum alla verkætlanina. 
- Rikke Munk og Højgård Hestehospital fyri at skanna ryssur, sum skuldu brúkast til ísáðing og lokkiryssir. 
- Búnaðargrunninum fyri fíggjarligan stuðul. 
- BST fyri fíggjarligan stuðul, lán av hølum og fyri arbeiðið hjá starvsfólkunum. 
- MBM fyri stuðul við køvievni. 
- Greðingaeigarunum, sum allir hava verið góðir at samstarva við og eru komnir við sínum greðingum. 
- Ryssueigarunum, sum hava latið okkum brúka ryssur til lokkiryssur og til ísáðing. 
Framhald og framtíðarætlanir
Sáðtøkan hevur týdning á fleiri økjum. Fyrst og fremst tryggjar hon ílegurnar hjá Føroyska Rossinum, men vit hava eisini fingið nógva nýggja vitan og royndir. Ein stórur liður í arbeiðinum er at menna førleikar og arbeiðsgongdir, sum kunnu brúkast til at ísáða ross – bæði í Føroyum og í Danmark.
Ísáðing á fyrsta sinni í Føroyum
Í summar hava vit eisini gjørt søguligar royndir við ísáðing við frystum sáði – fyri fyrstu ferð nakrantíð í Føroyum. 4 ryssur eru ísáddar við frystum sáð, og harumframt tvær við feskum sáð. Úrslitini vænta vit at síggja um 2 vikur, tá ryssurnar kunna skannast
Úrslit av ísáðing
Vit kunnu tó longu nú fegnast um, at vit í ár hava eitt fyl, sum er úrslit av ísáðing við feskum sáði í fjørð. Fylið, Tutli, er fyrsta fyli í Føroyum, ið er alt á hendan hátt.
Tøkk til øll, sum hava hjálpt til
“Hetta hevði ikki verið gjørligt uttan dyggan stuðul frá teimum, ið hava luttikið í verkætlanini” sigur Signa Kallsoy Ravnafoss, forkvinna í FFR "Ein serlig tøkk fer til
Tullis, Josh, Rikke, Mathilde, Aron, Kristinu Mariu, Elisabeth, Rasmus og Jónu
 – fyri stórt arbeiði og trúgva hjálp í øllum liðum”
 
  
 
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald